Námsfrøðingur og hjálparfólk til Dagstovnin Kura í Kollafirði
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Kura eftir einum námsfrøðingi og einum hjálparfólki til barnagarðsstovu.

Eisini verður søkt eftir einum hjálparfólki í tíðaravmarkaðum starvið til vøggustovuna.

Talan er um ávíkavist tvey størv á 30 tímar um vikuna og eitt starv á 20 tíma viku at byrja 1. februar 2018.

VÆNTANIR: 

  • Hug og evni til námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
  • Góð samstarvs- og samskiftis evni
  • Ágrýtin, hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið
  • Megna at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd og avgerðir, og samstundis varðveita yvirlitið, tá ið á stendur

SETANARVIÐURSKIFTI 
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag & Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Connie Lassen, stovnsleiðara, telefon 221323.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum o.ø. skal sendast til Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 26. januar 2018.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER