Smiðjuformaður til smiðjuna á Lambareiði
LANDSVERK

Landsverk søkir eftir einum dugnaligum og álítandi smiðjuformanni til maskinumsitingina á Lambareiði.

Arbeiðsuppgávur
Í smiðjuni starvast í løtuni 4 starvsfólk, hvørs arbeiði tú fært ábyrgdina av at samskipa og leiða.

Uppgávurnar fevna millum annað í høvuðsheitum um:

  • at meta um og gera tilmæli í sambandi við umvæling av maskinútgerð
  • at varða av seramboðum á maskinverkstaðnum
  • viðlíkahald av asfals- og skervverkum kring landið
  • viðlíkahald av maskinum hjá stovninum

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum maskinsmiðjur, entreprenørmekanikari ella líknandi. Leiðsluroyndir og royndir innan oman fyri nevndu uppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó er tað ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort og góðan teldukunnleika.

Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og at tú dugir væl við fólki. Tær dámar at ganga á odda, tá arbeiðið skal planleggjast og útinnast, eins og tú ert nýhugsin og hevur evni og mót til at seta teg inn í nýggjar hættir at loysa uppgávurnar.

Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði og forskotnari arbeiðstíð.

Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. 

Arbeiðsstaðurin er á Lambareiði, men vantast kann at arbeiði fevnir kring landið.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 24. januar 2018.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Allan Magnussen, leiðara, á tlf. 290 725 ella allanmag@lv.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER