Hjálparfólk til Fysioterapideildina
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Á Landssjúkrahúsinum eru medisinskar, psykiatriskar og kirurgiskar sergreinar, og er fysioterapi ein týðandi partur av viðgerð, sum er knýtt at øllum hesum sergreinum. Somuleiðis er fysioterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagondir.Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir hjálparfólki til Fysioterapideildina. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. februar til 31. Juli 2018. Talan er um ¾ starv (mánadag til fríggjadag 08.00 til 14.00) til setan frá 1. februar 2018 ella eftir avtalu.

Á Fysioterapideildini eru 1 leiðandi fysioterapeutur, 12 fysioterapeutar og 1 hjálparfólk.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Vera um sjúklingar, sum koma á Fysioterapideildina
  • Ansa telefon
  • Geva pakningsviðgerð og parafinviðgerð
  • Hjálpa til við sjúklingum, t.d. gonguvenjingar, hond- og fótsúkkla, LiteGait
  • Fáa LFT amboð (maskur, ventilar, mótstøður o.a.) á OP til autoclavu
  • Hjálpa til at gera gerandisdagin smidligan

Dentur verður lagdur á

  • Góðan hugburð og tvørfakligar samstarvsførleikar
  • Góðan telduførleika
  • Vilja og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini

Vit bjóða

  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Innleiðslu og upplæring

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum avvarandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Álvur Hansen, leiðandi fysioterapeut, tlf. 304500, lokal 5797, alvha@ls.fo

Umsóknarfreistin er 26. januar 2018.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann lesast um okkara visjón, missjón og strategimál, undir leinkinum "Leys størv."

Vinarliga søk starvið her

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER