Sjúkrarøktarfrøðingur til P40 á Psykiatriska deplinum, farloyvisstarv.
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Talan er um er eina almenpsykiatriska viðgerðardeild, við 12 seingjarplássum. Vit taka ímóti sjúklingum í øllum aldri, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar sálarligar sjúkur.Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv til psykiatrisku songjardeildina P40 – almen psykiatriska partin PA, til setan 1. mars til 31. november 2018. Starvið er á starvsbrøki 1,0 og er í skiftandi vaktum.

Umframt teir sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar, sum arbeiða á deildini, eru læknar, sálarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar, skrivarar og musikterapeutar knýttir at deildini.

Rehabilitering og recovery eru berandi hugtøk í tilgongdini til røkt og viðgerð okkara. Hetta setir høg krøv til tann einstaka um, at fakligheit, álit, ábyrgd, vælskipaðar sjúklingagongdir og vælvirkandi tvørfakligt samstarv skal eyðkenna arbeiði.

Á psykiatriska deplinum, arbeiða vit við “Quality Improvement” til dygdarmenning. Vit hava m.a fokus á trygd og dygd í mun til heilivágsviðgerðir, likamligar sjúkur hjá fólki við sálarsjúku, at minka um tvingsilsátøk, sjálvmorðsfyribyrging og týdningin av leiklutinum hjá sjúklingi og avvarðandi í viðgerðini.

Dentur verður lagdur á, at tann sum settur verður, umframt prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur, eisini hevur:

  • Fakligan áhuga og hug til at menna røkt og viðgerð av sjúklingum við psykiatriskum sjúkum
  • Evni til at raðfesta, leggja arbeiði til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
  • Yvirblikk
  • Góð samstarvsevni, og er fyrikomandi og álitisvekjandi
  • Eitt opið og jaligt tænastusinni
  • Vilja og dirvi til sjálvsmenning
  •  

Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur royndir við at arbeiða innan psykiatriska økið.

Vit bjóða

  • Góða innleiðslu
  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Upplæring í dygdarmenningaramboðum
  • Eitt gott arbeiðspláss

Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Fíggjamálaráðið og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við seta seg í samband við deildarleiðaran á P40/PA, Janu Mortensen, á jana.mortensen@ls.fo ella á tlf 304599, lokal 4444.

Umsóknarfreistin er 26 januar 2018

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðuni www.ls.fo sæst meira um visjón, missión og strategimál hjá Landssjúkrahúsinum undir teiginum ”Leys størv”.

Vinarliga søk starvið her

Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01Image 01

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER