Hevur tú eyga fyri smálutunum? Tak lopið og gerst lærlingur í flying Tiger í SMS
SP/F TIGER FØROYAR

Vilt tú hava tingini at vera sum í gjár ella fyrradagin, so er eingin grund til at gerast lærlingur hjá okkum. Vit elska at venda øllum á høvdið, so alt verður óvæntað. Tað skal vera stuttligt og avbjóðandi, og vit vilja gera heimin eitt  betri og glaðari stað at vera í. 

Tað skal vera stuttligt at vera í handlinum, ikki bara fyri kundan, men eisini fyri øll sum arbeiða her. Tað merkir, at tú mennir teg personliga og fakliga alla tíðina.

TÚ MÁST VERA: Ágrýtin, fyrikomandi og álítandi.

Sum lærlingur fært tú kunneika innan øll øki í smáhandli. Tað mesta av lærutíðini verður í handlinum. Í lærutíðini eru 8 skúlavikur, sundurbýttar í 8 partar, sum verða á serskúla saman við Flying Tiger lærlingum í Danmark. Treytirnar fyri at søkja eru, at tú hevur FHS ella eina miðnámsútbúgving.

Um tú heldur, at tú ert tann rætti til okkum, ella kennir tú onkran, sum kundi verið tað?

Send so eina umsókn til:

TIGER
SMS
Á trapputrønni
Boks 3079
FO 100 Tórshavn
Ella á mail: fo101sm@tiger-stores.fo

Meira fæst at vita um starvið við at ringja og spyrja eftir Kristiannu á Túgvu, tlf. 501010.

Umsóknarfreistin er 31. januar 2018. Starvið verður sett skjótast gjørligt. 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER