Laborantur til Thetis
SP/F THETIS

Laborantur til Thetis

Vit søkja eftir einum laboranti til eitt fulltíðartíðar starv á kanningarstovuni hjá Thetis.

Uppgávur:
Sum laborantur hjá Thetis skalt tú:

  • gera mikrobiologiskar kanningar
  • gera kemiskar kanningar
  • verða opin fyri at læra at gera og innkoyra nýggjar kanningarhættir
  • verða fleksibul
  • verða kundavinalig/ur

Umframt aðrar uppgávur, ið alla tíðina taka seg upp.

Krøv til útbúgving og førleikar:
Tú skalt hava:

  • útbúgving sum laborantur ella líknandi
  • hava koyrikort

Thetis er eitt privat laboratorium. Vit gera kanningar innan umhvørvi og matvøruframleiðslu. Tað sera umráðandi, at tú er fleksibul og tolir at eingin dagur er líka, og at tú hevur gott yvirlit.

Títt starv, er fulla tíð og vikuskifti arbeiði. Tað er umráðandi at tú passar inn í okkara lítla toymið, sum eru ein mikrobiologur, tveir laborantar og eitt hjálparfólk.

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv.

Løn og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Umsókn:
Umsóknir til starvið við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.t. skulu sendast Thetis, Hoyvíksvegur 51, 100 Tórshavn, ella marita@thetis.fo, og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi hin 22. januar 2018.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Maritu Debess Magnussen, stjóra, tel. 791800. 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER