Søkt verður eftir maskinsmiði við royndum at byrja sum skjótast.
SP/F NORÐHÚS

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um umvælling og viðlíkahald av maskinum, pumpum o.a. serliga innanfyri hydraulik.

  • Vit vænta, at tú hevur góðan kunnleika og arbeiðsroyndir við hydraulikútbúnaði.
  • Hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt.

Talan er um tímalønt fulltíðarstarv.
Setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.
Lønin verður sambært avtalu.

Nærri upplýsningar um starvið kunnu fáast umvegis teldupost nh@nh.fo ella á tlf. 477545.

Norðhús Sp/f
Klingrugarður 4
Postboks 284
FO-710 Klaksvík
+298 477545   



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER