Søkt verður eftir trivnaðar/skrivstovufólki at byrja 1. mars 2018
SJÓVAR KOMMUNA

Søkt verður eftir trivnaðar/skrivstovufólki at byrja 1. mars 2018.

Setanarbrøkurin verður 0,75.

Arbeiðsuppgávurnar snúgva seg í høvuðsheitum um at mynda kommununa úteftir, kunning, mentan, trivnað og annað. Viðkomandi hevur ábyrgd av at kunna borgarar o.o. um tænastur og møguleikar í kommununi.

Tann, ið settur verður, skal eisini arbeiða við skrivstovuuppgávum í kommunalu umsitingini.

Ynskiligt er, at umsøkjarin

  • hevur skrivstovu- ella aðra viðkomandi útbúgving
  • hevur góð evni at samskifta, bæði í skrift og talu
  • hevur góð samstarvsevni
  • er málrættaður og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • má kunna arbeiða skiftandi arbeiðstíðir
  • raðfestir trivnað høgt

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við borgarstjóran á tlf. 23 27 27 ella umvegis teldupost til artur@sjovar.fo

Umsóknir við prógvum og viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2018, kl. 12:00 og skal sendast til:

Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490  Strendur

ella til sjk@sjovar.fo

Sjóvar kommuna skilar sær rætt til at velja millum innkomnu umsóknirnar ella ongan at seta.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER