Vatnmeistari til vatndeildina
KLAKSVÍKAR KOMMUNA

Vilt tú gerast partur av einum framsøknum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi? Dámar tær nýggjar
avbjóðingar? Og hevur tú evnini til bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum? So er tað
kanska tær, vit leita eftir.

Á Teknisku deild hjá Klaksvíkar kommunu er starv sum vatnmeistari leyst at søkja. Vatnmeistarin
verður partur av vatndeildini í umsitingini hjá kommununi á Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík.


Tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á
maskinmeistaraskúla, umframt viðkomandi starvsroyndir. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta
og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum
avbjóðingum. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.

Uppgávur
Starvið umfatar rakstur og samskipan av øllum vatnverkunum í Klaksvíkar kommunu, og talan er
bæði um dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Eisini umfatar starvið
leiðsluábyrgd, har vatnmeistarin eisini verður varaleiðari á vatndeildini.
Í stuttum inniber starvið sum vatnmeistari:
• smidligar arbeiðsumstøður
• fjøltáttaðan arbeiðsdag
• ávirkan á egið arbeiði
• fakliga menning
• viðkomandi skeið

Løn
Lønin er sambært sáttmála millum KAF og Maskinmeistarafelagið.
 

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Óla Jákup Bech, tekniskum stjóra á tel. 410034.
Umsóknarfreistin er mánadagin 22. januar 2018. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum
verða at senda til: klaksvik@klaksvik.fo – viðmerk “Starvsumsókn”

Um Klaksvíkar kommunu
Klaksvíkar kommuna er Føroya næststørsta og fevnir umframt Klaksvík eisini um bygdirnar Ánir, Norðoyri,
Árnafjørð, Svínoy, Syðradal, Húsar, Mikladal og Trøllanes. Í umsitingini starvast á leið 40 fólk, sum tilsamans
umboða nærum allar hugsandi fakbólkar. Sum starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu gerst tú sostatt partur av
einum fjølbroyttum og framsøknum arbeiðsumhvørvi.

Síggj lýsing her 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER