Lesandi til heilsu og umsorgan í summarfrítíðini 2018
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna sóknast eftir avloysarum at arbeiða í Heilsu- og umsorganartænastuni í summarfrítíðini 2018.


Tú ert lesandi. Vit stuðla miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu, heilsu- og sjúkrarøkt soleiðis, at borgarin kann vera virkin og vakin alt lívið. Og hesum fert tú at taka lut í.

Í samlaðu Heilsu- og umsorganartænastuni eru 375 ársverk. Tilsamans starvast umleið 550 fólk í Heilsu- og umsorganartænastuni.

HVAT ER AT VELJA ÍMILLUM?
Tú kanst velja ímillum at arbeiða hesi støð: í Heimatænastuni, á Boðanesheiminum, á Lágargarði, á Ellisheiminum, á Sambýlunum í Kollafirði og í Havn, á Vallalíð, á Tjarnargarði, á Umlættingarheiminum.

ÚTBÚGVING OG FØRLEIKAR
Vit ímynda okkum, at tú lesur eitthvørt heilsufak, men tað er ikki ein treyt. Fólk við øðrum útbúgvingum eru eisini vælkomin at søkja. Tú skalt duga væl við fólki, vera fyrikomandi og arbeiða sjálvstøðugt.

Tú kanst eitt nú vera læknalesandi, lesa sjúkrarøktarfrøði, fysioterapi ella ergoterapi, fólkaheilsuvísindi, kost- og føðslu, sálarfrøði, heilsurøkt ella heilsuhjálp.

UPPGÁVUR
Sum avloysari skalt tú veita røktartænastur til heimabúgvandi og búfólk. Hetta fatar um at hjálpa fólki við persónligum reinføri og við máltíðum. Tú fært eina innleiðslu í arbeiðið fyri at kunna loysa uppgávurnar í starvinum. Arbeitt verður í øllum vaktum, tó mest um dagin.

Tú kanst arbeiða fulla tíð ella seta teg til eitt ávíst tímatal, so tú til dømis arbeiðir fýra dagar um vikuna.

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Meira fæst at vita um starvið sum avloysari við at ringja til Mai Dahl (Bústovnar), á telefon 226790 ella Jóngerð Nielsen (Heimatænastan), á telefon 793110. Eisini ber til at skriva til heilsuhusid@torshavn.fo.

UMSÓKN
Umsókn verður at senda Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo. Merk umsóknina „Summaravloysari til Heilsu- og umsorganartænastuna“.

Umsóknarfreistin er 1. februar 2018.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER